Torir tú at seta orð á?

Øll kunnu hava rústrupulleikar.

Rústrupulleikin spyr ikki um aldur, kyn, fíggjarstøðu, yrkisleið, sosialt status ella trúgv.

Rústrupulleikin ávirkar bæði tann, sum er bundin av at rúsa seg og tey, sum standa honum ella henni nær. Hann ávirkar kropsliga, sálarliga og sosialt. Avleiðingarnar eru bæði privatar og almennar; tær raka einstaklingin og samfelagið.

Men vit tosa alt ov lítið um tað. Alt ov ofta fjalir rústrupulleikin seg aftanfyri tøgn, skomm og ótta. Og tað er ofta júst hendan tøgnin, sum heldur rústrupulleikanum á lívi.

Rústrupulleikin kann ikki tigast burtur.

Tor at seta orð á, er eitt átak, sum hevur til endamáls, at leggja lunnar undir meiri opið orðaskifti um rús og rústrupulleikar í Føroyum.

Tak rúsroyndina

Hvussu nógv alkohol drekkur tú? Hvørjar fylgir hevur tín nýtsla av alkohol? Hevur tú illgruna um, at nýtslan er blivin ov stór? At tú ert vorðin bundin?

Tak royndina

Tak alkoholtestin

Hvussu nógv alkohol drekkur tú? Hvørjar fylgir hevur tín nýtsla av alkohol? Hevur tú illgruna um, at nýtslan er blivin ov stór? At tú ert vorðin bundin?

Um tú ivast, so kanst tú taka hesa rúsnýtsluroydina. Hon er umsett og bygd á AUDIT royndina, sum WHO hevur ment. AUDIT, sum stendur fyri Alcohol Use Disorders Identification Test, kann geva tær eina ábending um leiklutin og møguligan skaðan, alkohol spælir í tínum lívi.

Byrja

Rúsroyndin

{{ question }}
{{ index + 1 }}
{{ answer.text }}
Far aftur
Spurningur {{ index + 1 }} av {{ length }}

Úrslit

Nógv bendir á, at tú ert bundin av alkohol
Tín nýtsla av alkohol kann vera skaðilig
Tú hevur eina hóvliga nýtslu, sambært leiðbeiningunum hjá WHO
Tú hevur ikki nakrar trupulleikar við alkohol

Hví er tað so torført, at tosa um rús?

Ynskir tú eisini at svara?

Rúsur verður ofta knýttur til tær “góðu og stuttligu løturnar” og tá er tað ofta torført at siga frá, at man ikki hevur tað gott. Tey flestu hava sína egnu ímynd av, hvussu rústrupulleikar síggja út, uttan at geva sær far um, at teir kunnu vera formleysir. Áðrenn vit fingu hjálp, hevði eg ikki hugsað at talan var um ein trupulleika, ið vit kundu fáa hjálp fyri. Tí mín egna ímynd av rústrupuleikum, var so langt frá okkara veruleika.

Tryggleika og vitan. Sjáldan hevur man hesi tvey, tá man stendur mitt í trupulleikanum. Men tey spæla ein stórur leiklut, tá hol skal setast á svullin. Tryggleikin, at vita at man ikki verður dømdur fyri sínar tankar, og vitan um, at her er okkurt ein má fáa hjálp við.

– Friðbjörg

Fólk sum hava havt rústrupulleikar, føla seg eitt sindur stigmatiseraði. Eisini sjálvt um tey rundanum skilja støðuna og fegin vilja hjálpa. Men í einum lítlum samfelag sum Føroyar, har øll kenna øll, kann tað avmarka framtíðarmøguleikar hjá einum persóni, sum hevur havt rústrupulleikar. Tí kann tað vera ringt at tosa við fólk um, at tú hevur verið í rúsviðgerð ella at tú hevur havt ein rústrupulleika.

– Petur

Fyllur rúsur í tíni familju, kann tað gera at tú skammast og heldur tað vera flovisligt at tosa um. Tað kann raka ein persón ella eina familju hart og oftast kennur man seg sárbaran, einsamallan ella skeivan í hesum samanhangi. Tí er tað ofta torført at seta orð á ella at tosað um rús.

– Ranvá

Tað er fyrst og fremst tann egna skommin og tað at ein ikki vil góðtaka at ein hevur tapt móti fløskuni. Fólk, ið ikki hava trupulleikar síggja tað ikki sum skomm, men ein við trupulleikum sær tað sum skomm intill hann fær eyguni upp.

– Jóhan Eli

Tað eru ikki bara maðurin ella kvinnan, sum situr í Steinatúni og rúsar seg hvønn dag, sum hevur ein trupulleika. Tað kann líka so gott vera tann raski maðurin og pápin, sum fer til arbeiðis hvønn dag, men rúsar seg í vikuskiftinum. Ella konan og mamman, sum er røsk til arbeiðis hvønn dag, men rúsar seg hvørt kvøld. Rúsnýtsla kann hava ymisk mynstur.

Meira man ger trupulleika normalan, lættari verður tað at tosa um hann.

– Lív

Fyri meg, er tað at tosa um rústrupulleikar, tað sama sum at tosa um sálarligar trupulleikar. Fólk, sum ikki hava rústrupulleikar, skilja ikki heilt, hvat tað er. Tey hava kanska sjálv onkran tætt uppá, sum stríðist, og tí hava tey ikki góð minnir um hvat rústrupulleikin ger við tann rakta. Tað kann vera við til at gera, at fólk ikki vilja tosa um hesar trupulleikar.

– Birita

Hvat hendi aftaná tú hevði sett orð á?

Ynskir tú eisini at svara?

Tað manglaði bara ljóðeffektir tá ið múrurin fall, tí tað føldist, men hoyrdist ikki. Alt broyttist – ikki uppá ein dag, men vit kundu nú saman byggja uppaftur, ikki ein nýggjan múr, men ein felags garð. Ein garð har okkara tankar kundu verða hoyrdir, stúranir kundu sleppast og ætlanir og ynskir kundu gerast til veruleika.

– Friðbjörg

At seta orð á rústrupulleikar, hevur hjálpt mær við at kenna meg fríari og glaðari og ikki eins fangaða í einum myrkum loyndarmálið, sum bara eg helt at eg var ein partur av. At hava sett orð á, hevur hjálpt mær ómetaliga nógv og hevur eisini gjørt at eg havi kunna flutt og ment meg so nógv meira í mínum lívið. Og tað hevur alt at siga fyri meg.

– Ranvá

Eg byrjaði at síggja trupulleikan og førdi tað við sær at eg til endans kastaði handklæði í ringin og góðtók at eg hevði tapt. Eg tók mína lívs bestu avgerð tá, at leita mær hjálp á Blákrossheiminum og aktivt verða við til at hjálpa øðrum í somu støðu.

– Jóhan Eli

Tað at eg lærdi at seta orð á trupulleikan, var sjálvur lykilin til at eg kundi, við serkønari hjálp, veruliga fara undir at gera nakað við rústrupulleikan, sum hevur plágað meg, og tey rundanum meg, so leingi.

– Sanna

Tá eg fyrstu ferð setti orð á, gjørdist tað lættari fyri meg. Tað var sum ein tung byrða var tikin av mínum herðum. Man sleppur undan at skava útyvir og fortrongja alt.

– Lív

Eftir at hava goymt tað í fleiri ár, so var tað ein lætti at byrja at seta orð á tað. Eisini var tað ein lætti at hoyra og lesa um onnur, sum høvdu stríðst. Tað, sum undraði meg mest, var at ikki ein hevur sama mynstur, tá ið tað kemur til rústrupulleikan. Tað einasta, sum vit høvdu í felag, var at vit rúsaðu okkum. Hvat, hvør og nær, ein valdi at drekka – var ymiskt frá persóni til persón. Ongin hevur akkurát sama mynstur.

– Birita

Ikki fyrrenn eg byrjaði at seta orð á trupulleikan, føldi eg at eg kundi byrja at gera nakað við hann. Tað, at gerast meira uppmerksamur uppá tekin, tankar og uppá meg sjálvan, at læra at kenna meg sjálvan uppá ein annan máta, og hava fólk at tosað við um tað – hevur veruliga gjørt mun hjá mær.

– Petur

Hevur tú tørv á hjálp?

Blákrossheimið hevur fleiri tilboð til tín, um rústrupulleikar órógva títt lív.

Títt Rúm – Eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya

Tosa við okkum

Vit eru altíð klár at tosa við teg, uttan mun til hvør orsøkin er.

Tor at seta orð á er átak hjá Blákrossheiminum.